Frálíkt vikuskiftisveður

Eitt lágtrýst yvir Skotlandi fer spakuliga í ein landnyrðing eystan og førir við sær ein streym av landnyrðingi og onkrum æli. Mánadagin fer væntandi eitt lágtrýst nærindis Skotlandi at flyta seg spakuliga í ein landnyrðing, men seinni í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur fram við Føroyum av vestri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin makar niður í eitt lot til gul av norðri ella ymsum ættum, undir 6 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 14 stig. Í nátt lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin lækkar í ein útnyrðing og vestan, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, út á dagin fyri tað mesta av landsynningi, undir 8 m/s. Turt og sól. Hitin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl. Hitin millum 11 og 15 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin snarar í ein vestan og øtlar upp í stívt andøvsgul, upp í 10 m/s. Ælaveður, men eisini løtur við sól. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.