Fyrr í vikuni tryggjaði føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti sær silvurheiðursmerki í smálandakapping, ið var í Schaan í Liktinstein.
Føroyar vunnu 3-1 á Skotlandi, taptu 1-3 ímóti Luksemborg, og vunnu 3-0 á bæði Liktinstein og Wales.
Hjálparvenjarin, Jákup William Sivertsen og formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen vitjaðu seinnapartin SportBoxina til eitt prát um avrikið hjá U19 kvinnulandsliðnum.
Leikliga halda teir, at føroyska U19 kvinnulandsliðið stóð seg rættiliga væl, men enn er eitt lítið pettið upp til Luksemborg, ið hevur nervarnar til at halda høvdið kalt tá á stendur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var gjørd við Jákup William Sivertsen og Magnus Tausen í SportBoxini.