Frálíki Stanley

Við frálíkum guitarspæli og eyðkenda sanginum, framførdi Stanley Samuelsen í Miðlahúsinum. Stanley Samuelsen hevði í kvøld samlað heilt fitt av áhoyrarum, tá hann spældi í Miðlahúsinum.

 

Við framúrskarandi guitarspæli og góðum sangi, hevði hann fulla uppmerksemi áhoyrarans, allan vegin frá byrjan til enda.

Millum perlurnar í kvøld vóru egin løg, umframt yrkingar, ið Stanley hevur lagt lag til, og okkurt lánilag varð eisini pláss til.

 

Stanley vísti, at hann má teljast millum bestu guitarspælararnar í landinum, og spæl hansara ljóðar til tíðir, sum um fleiri guitarar eru í spæl í senn. Avgjørt ein stór styrki, tá hann er einsamallur á pallinum.