UMMÆLI: Nýggja savnið hjá Tóroddi Poulsen stendur at bresta við 80 frálíkum yrkingum, sum nærum eru reinsaðar fyri hansara berømta speisemi Tað skrivar ummælarin Kinna Poulsen í ummæli í Vikuskiftis Sosialinum av nýggja yrkingasavninum »Útsýni« hjá Tóroddi Poulsen
Hesuferð er poetiska universið hjá høvundanum at kalla reinsað fyri tað berømta speisemi, ið vit av røttum og eitt sindur av órøttum sambinda við høvundin
Heldur er tónin einsligur og afturlítandi, men treystur, tí yrkjara-egið er sum heild nøgt við útsýnið, ið byrjar á kvistinum og endar á fjørðinum í síðstu yrkingini »MEN EG HAVI ALTÍÐ DROYMT«.
Onkrastaðni fremur yrkjarin eina serliga forskjóting av perspektivinum, ið tekur lesaran á bóli, t.d. í fantastisku yrkingini SUNNUDAGUR við tí løgna og originalt snaraða Gulliver-temanum.
Hóast nógv av orðatilfarinum sipar til deyða og deyðaprosessir, er innihaldið í Útsýni hvørki tungt ella dapurt.
Tvørturímóti tykjast orðingarnar leikandi lættar t.d. í yrkingini SUPER 8, sum er eitt framúrskarandi dømi um, hvussu væl Tóroddur dugir at abstrahera ella einfalda, tá hann sum her drýpur eitt barnaminni í reinsandi sýrubað, soleiðis at bert sjálvur kjarnin ella essensurin er eftir: »altíð/ er/ barndómurin /frammanfyri/ sum ein/ hundur/ togar/ sletuna eftir/ ísinum /inn í /sólina«.
Meðan onkur hevur fýlst á áhaldandi floymin av útgávum frá Tóroddi Poulsen, heldur Kinna Poulsen at tá kvaliteturin er so góður sum hann er, kunnu vit bert fegnast, um kvantiteturin er tilsvarandi.