Frálík úrslit í Reykjavík

Føroysku ungdómarnir, sum kappaðust í Reykjavík seinasta vikuskifti, kláraðu seg sera væl

Ferðalagið fór úr Føroyum fríggjadagin og kom aftur mánadagin. Kappast bleiv leygardagin og sunnudagin. Føroysku umboðini hjá FÍF vóru Bjørk H.Olsen, Rebekka Fuglø, Rúni Seloy og Regin Joensen. Harumframt luttók Steingrímur Hallsson fyri Bragdið. Tá hugsað verður um árstíðina, so vóru tað nøkur sera góð úrslit tey fingu og nakrar sera góðar tíðir tey runnu.

Tá kappingarnar endaðu sunnudagin høvdu føroyingarnir vunnið heili 6 gull og 3 bronsuheiðursmerkir, sett 11 bólkamet og 3 føroysk met. Stórmót ÍR fór fram leygardagin og fyrrapartin sunnudagin.

Seinnapartin sunnudagin bleiv kappast í Reykjavík International og har vóru Bjørk, Rúni og Regin boðin at luttaka. Nevnast skal at bæði Rúni og Regin høvdu runnið fyrrapartin.

Umstøðurnar at kappast í frælsum ítrótti innandura í Laugardalshøllini eru framúr góðar. Og tað er ikki sørt, at fyrireikararnir øvundaðu íslendsku vertunum hesar umstøður.


Fakta


Úrslitini í Stórmót ÍF:


Dreingir 11-12 ár (1996-1997)

60m (45 luttakarar)

Nr. 14 Steingrímur Hallsson (1997) 9,75 sek (bólkamet)


800m (19 luttakarar)

Nr. 3 Steingrímur Hallsson (1997) 2.47,68 min (bólkamet)


Dreingir 13-14 ár (1994-1995)

60m (46 luttakarar)

Nr. 1 Rúni Seloy (1994) 8,16 sek (bólkamet)

Nr. 17 Regin Joensen (1995) 9,11 sek (bólkamet)


200m (32 luttakarar)

Nr. 1 Rúni Seloy (1994) 26,73 sek (bólkamet)

Nr. 10 Regin Joensen (1995) 30,39 sek


800m (20 luttakarar)

Nr. 1 Rúni Seloy (1994) 2.19,20 min (bólkamet)

Nr. 4 Regin Joensen (1995) 2.36,38 min


Gentur 15-16 ár (1992-1993)

400m (5 luttakarar)

Nr. 3 Rebekka Fuglø 64,62 sek (Før.met & bólkamet)


800m (3 luttakarar)

Nr. 1 Rebekka Fuglø 2.32,44 min (bólkamet)


Kvinnur 17- (1991-)

800m (7 luttakarar)

Nr. 1 Bjørk Herup Olsen 2.23,12 min (Før.met & bólkamet)


Úrslitini í Reykjavík International:


Kvinnur

1 míl (1.609m) (7 luttakarar)

Nr. 3 Bjørk Herup Olsen 5.19,35 min. (Før.met & bólkamet)


Dreingir 13-14 ár (1994-1995)

800m (8 luttakarar)

Nr. 1 Rúni Seloy 2.10,56 min (bólkamet)

Nr. 8 Regin Joensen 2.33,41