Brett Perkins sum í 10 ár hevur skipað fyri Songwriters In The Round er eitt kent navn í danska tónleikaheiminum. Hann hevur eisini skipað fyri konsertum, har Lena Andersen, Høgni Lisberg, Teitur Lassen og onnur kend nøvn í Føroyum hava verið við.
Leygardagin hevði hann sett Mariu Guttesen, Lene Drachmann, Emilie Riis, Per Worm og Mathew James Withe stevnu í Århus Musikhus.
Tey spældu hvør í sínum lagi fólkatónleik og balladur, sum tey sjálvi høvdu gjørt.
Maria sang saman við Lene Drachmann, sum hevði skrivað tekstin til løgini hjá Mariu. Framúr gott og innarligt, sum altíð hjá Mariu.
Í lítlari samrøðu við Mariu, segði hon seg at hava nógv at gera. Undirvísir í tveimum støðum, m.a. á kendum tónleikaskúla í Holstebro, sum eisini nógvir føringar hava verið á. Og so hevði eisini nógv at gera við sínum egna tónleiki.
Eitt sindur varðisliga segði hon, at Emilie Riis var ein av hennara gomlu næmingum; og so tað eyðkenda smílið og láturin. Emilie var sera góður guitarleikari og hevði ein serstakan sangstíl.
Maria við síni konservatoriuútbúgving og sínum hollu royndum í tónleikinum, kann av sonnum roknast uppí tað betra tónleikaliðið í Danmark – Føroyar hevur hon fyri langari tíð lagt fyri sínar føtur.
Ein frálík konsert, sum neyvan fær betur hølir í Århus – Musikhuset
Myndatekstur: Maria Guttesen saman við Lene Drachmann, sum hevur ættarbond til Holger Drachmann – Hetta hoyrdist aftur í góðu tekstunum hjá henni, ið Maria Guttesen hevði sett løg til