Frálík konsert við Pætur í Skúlanum við Ósánna

Simplicity ? simply the best!

Hevði tú havt bind fyri eyguni og varð sleptur leysur inni í Skúlanum við Ósánna leygarkvøldið 13. feb. 1999 kl. 20.00, so ivast tú í, um tú vart komin inn í eitt konserthøli í London ella Bruxelles, so hugnaligt og væl skrýtt tað var ? og fyri ikki at tala um tann góða tónleikin. Livandi ljós á høgum stakum runt um í rúminum, serligur pallveggur og fjálgt pallljós, sum av røttum setti Pætur við Keldu í brennidepulin.

Henda leiklut spældi Pætur eisini heilt og fult upp til á altjóða støði. Tó so vinarligur og lítillátin greiddi hann í stuttum vendingum frá stykkjunum, hann spældi og sang. Flestu úr nýggju fløguni Simplicity, sum kom út beint undan jólum. Eisini spældi hann nýggj løg, sum ikki eru við á fløguni. Tann minna helvtin var ?play-back?, meðan størri partur var Pætur & Flygel við sangi.

Tvey accapella-stykki vóru eisini, har hann sang allar fýra og fimm røddirnar. Tað var órímiliga reint og vakurt ? ómetaliga hegnisliga smíðað og útsett, sum bert ein listinlærdur og dugnaligur tónleikari kann.

Við síni bleytu, heitu og yndisligu rødd og sínum framúr klaverspæli er Pætur »tikin úr leikum«. Ljóðbland og tónasmíð annars eru sera beinrakin og bera tekstin, sum allur er á enskum, ógvuliga væl.

Var Pætur úr Onglandi, USA, ella uttan úr heimi, so var hann við vissu eins kendur og hann er okkum sum klaksvíkingur. Hann hevur alt sítt lív livað og virkað fyri tónleiki. Úrslitið kenna vit nú, tað er altjóða; uttan mørk.

Hetta var hansara fyrsta almenna konsert, sum hann vónaði fleiri vórðu av í framtíðini. Pætur vónaði eisni at fleiri, sum brenna inni við ymiskum tónleiki tora og vilja bera hann fram.

Tað kann vera vandamikið at royna seg við klassikarum, sum Yesterday og Over the Rainbow, sum Pætur eisini spældi. Vandi er fyri, at tú kanst bera frá, heldur enn leggja afturat - listarliga. Men so var ikki í hesum føri. Pætur segði skemtandi, at hann og Poul McCartney høvdu sama føðingardag og »Hetta var Poul McCartney stoltur av«? Tað er heilt vist, at Poul McCartney hevði verið stoltur av tulkingini hjá Pætur við Keldu av Yesterday. So listarligt var spælið við nýggjum og annaðleiðis harmoniseringum, sum als ikki taka nakað frá tí upprunaligu útgávuni.

Konsertin setti eina tjúkka striku undir tað, vit kanska vistu frammanundan: Pætur við Keldu er ein sera gávuríkur tónasmiður, klaverleikari, sangari og ljóðblandari. Afturat hesum hevur hann eina medferð og sinnalag, sum ger, at tú kanst ikki annað enn verða góður við hann. Ein slíkur maður hevur ríkar møguleikar á altjóða tónleikapallinum.


Dávur