Herfyri fór 15 ára gamli klaksvíkingurin, Teitur M. Gestsson, til danska felagið OB at leika fótbólt, og málmaðurin er fallin væl til í nýggja felagnum. Hann spælir við U17-liðnum hjá OB, sum higartil hevur leikt tveir dystir, og Teitur hevur staðið í mál báðum dystunum. Fyrri dysturin, sum var ímóti Hvidovre í landskappingini, endaði 3-3. Í gjár var steypadystur á skránni, og her helt Teitur málið reint í 2-0 sigri á B1909.
- Tað er deiligt at vera her, og venjingin er á høgum støði. Serliga málmansvenjingin er umráðandi fyri meg, sigur Teitur í stuttari viðmerking.
Teitur M. Gestsson, sum fyllir 16 ár um fimm dagar, gongur í 10. flokki í við síðuna av fótbóltinum.