Frálík byrjan hjá runavíkingum

NSÍ fekk eina dreymabyrjan upp á kappingarárið 2005, tá ið teir vunnu á útivølli móti FM-favorittunum úr B36

Formuladeildin

Runavíkingar fingu trý stig við sær aftur til hús, tá ið teir 2. páskadag vóru í Gundadali og vitjaðu B36 í ársins fyrsta dysti í Formuladeildini. Tey trý stigini koma óivað ógvuliga væl við hjá NSÍ, meðan tað hinvegin man koma dátt við hjá árstalsfelagnum úr Havn, at teir skuldu snáva longu í ársins fyrsta dysti.

B36 yvirvág
Í fyrra hálvleiki var tað heimaliðið, sum hevði munin, men sjáldan spurdust vandamiklar støður burtur úr leikligu yvirvágini. Ístaðin var bólturin fyri tað mesta spældur runt á miðvøllinum, har B36 er sera væl mannað, og tað var meiri sjáldsamt, at einsamalli framherjin, Bergur Midjord, fekk nakað serligt at arbeiða við.
B36 hevði skipað liðið hjá sær soleiðis, at Bergur var einsamallur heilt har frammi, meðan Fróði Benjaminsen hevði ein meiri frían leiklut og lá og reikaði millum miðvøllin og álopið.
Runavíkingar høvdu eisini gjørt sær greitt, at miðvøllurin hjá teimum ikki stóð mát við tann hjá B36, og tí var uppleggið hjá teimum eisini, at teir skuldu leypa miðjuna um í sínum uppspæli. Tískil dúvaði NSÍ fyri tað mesta upp á langar avleveringar úr verjuni niðan í álopið, har teir báðir, nigerianin Ike og afturvendi Christian Høgni Jacobsen, húsaðust. Men í fyrra hálvleiki var ógvuliga sjáldan, at NSÍ var upp á spæl í brotsteiginum hjá B36, og landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen noyddist at bíða til seinna hálvleik við at vísa síni kynstir.

Christian Høgni avgjørdi
Í seinna hálvleiki kom eitt sindur meira bit í runavíkingar, og tað var um reppið, at teir løgdu seg á odda beinan vegin eftir steðgin, men ein meistarlig bjarging frá Jákupi Mikkelsen syrgdi fyri, at tað framvegis stóð 0-0 á máltalvuni í Gundadali.
B36 royndi tó framvegist at trýsta, og tá ið okkurt um tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, hevði Fróði Benjaminsen ein gyltan møguleika at seta hol á. Eitt kiks í verjuni hjá NSÍ hevði við sær, at landsliðsmaðurin av Toftum gjørdist púra leysur við Jens Martin Knudsen, men ístaðin fyri at senda framvið landsliðsfelaganum, royndi Fróði at lobba bóltin upp um hann, og lobbið var ikki nóg neyvt, so bólturin endaði eisini oman fyri málið.
Tað var ein smeitur fyri B36, at miðvallarin Mikkjal Thomassen noyddist út við skaða, og tá ið Eyðun Højgaard eisini noyddist sama veg, var heimaliðið skert. Hetta gjørdi NSÍ sær eisini dælt av. Tá ið seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin fingu teir nevnliga einasta málið í dystinum.
Verjan hjá B36 er óansin og missur bóltin út av vøllinum í vinstru verjusíðu. Runavíkingar eru knappir, og Andy Olsen sendir eitt væla innlegg inn í brotsteigin hjá B36, har Christian Høgni Jacobsen púra ótarnaður kann stúta niður í vøllin og inn í málið dygst úti við aðra stongina. Jákup Mikkelsen toygdi seg alt tað, ið hann var mentur, men hann fekk ikki fatur á bóltinum, og so vóru vespurnar á odda 1-0.

Nærri 2-0 enn 1-1
B36 umskipaði liðið hjá sær rættuliga fitt, og eitt nú var veteranurin Allan Mørkøre sendur niðan í álopið at spæla. Heimaliðið kom tó ikki til teir heilt stóru málmøguleikarnar, og tað vóru heldur runavíkingarnir, ið vóru nærri við at økja um leiðsluna, enn B36 var við at javna.
Gamaní hevði heimaliðið nakrar hálvar kjansir, men tá ið liðið ikki hevur ein veruligan áleypara, so sum teir høvdu í John Petersen, gongur tað ofta striltið við at fáa mál. Eingin ivi er um, at Bergur Midjord er ein fínur fótbóltsspælari, men hann roynist best úti í borðinum ella beint aftan fyri fremsta mannin.
Hjá NSÍ er tað eyðsæð, at tað hevur styrkt um liðið, at Christian Høgni Jacobsen er komin aftur av flatlondum. Tilgongdin av Christian Høgna hevur eisini gjørt tað møguligt hjá NSÍ at seta Helga L. Petersen aftur á plássið sum framrættaður miðvallari, og tað er einki at ivast í, at tað gevur miðvøllinum hjá NSÍ meiri tyngd.
Komandi sunnudag skal NSÍ aftur ein túr í Gundadal, tá ið teir skulu vitja HB, og spennandi verður at vita, um teir eisini fara at megna at koppa greipuvinnarunum. B36 skal til Tvøroyrar at vitja uppflytararnar úr TB, og tá er kravið ein sigur til havnarliðið.