Klokkan er nú farin beint av 10 og nú skal so skúlagongdin byrja. Jón biður næmingarnar koma niðan í stovuna Innistovu. Men bert næmingarnir, tí foreldrini sleppa ikki við.
Næmingarnir koma stillisliga og við álvarsomum bragdi innar í stovuna, meðan foreldrini fara inn í aðra stovu til kaffi og smákøkur.
Hesa fyrstu løtuna eru bara lærararnir og næmingarnir saman. Gott er at hava foreldrini beint við síðuna av, um tað skuldi hent at longsulin gjørdist ov stórur.
Tað hava tey helst upplivað okkurt árið, men hjá hesum 17 næmingunum í 1. flokki skúlaárið 2006/07 er hetta ikki neyðugt. Tey ynskja hesa løtuna bara at vera saman við flokkinum og lærarunum.
Í morgun er rættiliga frítt at seta seg. 18 borð eru sett upp og tað er skjótt at tey fyllast. Bert eitt borð stendur tómt, meðan hini eru fylt við 9 dreingjum og 8 gentum.
Ofta sær ein, at tað eru tey aftastu plássini í bussum og aðrastaðni, ið verða vald fyrst. Men her í Kollafirði er øðrvísi. Tað er beinanvegin at seks tey fremstu borðini er upptikin. Seks spentir dreingir hava her funnið síni pláss. Tað verður helst ringt at fáa teir hagani!
- Voyt tað væl
Hóast 17 næmingar eru savnaðir saman her í Innistovu í morgun er sera kvirt. Tað er týðiligt at virðingin fyri lærarum teirra er stór í morgun.
Jón stendur har frammi við pultin og bjóðar teimum enn einaferð at vera vælkomin í skúlan.
- At ganga í skúla merkir at tit koma at læra nógv og at tit eisini koma at arbeiða nógv, sigur hann.
Líkt er til, at næmingarnir eru fyrireikaðir uppá slíkt. Ein drongur á aftasta raðnum svarar beinanvegin:
- Eg voyt tað tað væl!
Jón verður flokslærari teirra og kemur at hava tey m.a. í føroyskum. Hann greiðir teimum eitt sindur frá bókunum, tey fara at nýta hetta fyrsta árið Sóljan, Hervør og Høgni í skúla og onkra aðra.
- Vit fara tó eisini at syngja nógv og spæla, bæði úti og inni. Og so fáa tit eisini fríkorter, har tit kunnu spæla úti í tí stóra skúlagarðinum.
Dreingirnir á aftasta beinki eru klárir við svarinum beinanvegin:
- Fríkorter? Yess!
Roknilærari teirra greiðir frá bókini, tey skulu nýta í rokning, og kristnilærarin tað sama.
- Vit tit forrestin, hvat kristni er fyri nakað, spyr hon.
Tað er tøgn í stovuni eina lítla løtu, inntil ein genta heldur seg hava svarið:
- Kristni, - er tað ikki tað sama sum lítla Kristin?
Hon eigur helst onkran kæran sum ber hetta navnið. Men hetta er ikki júst innihaldið í hesi lærugreinini.
Jón hevur frammanundan skrivað VÆLKOMIN við stórum bókstavum á talvuna. Nú spyr hann børnini um tey duga at stava orðið.
Hann byrjar sjálvur við bókstavinum V, og síðani taka børnini eftir honum. Tað gongur spakuliga við tveimum teimum fyrstu bókstavunum, men tá hann er komin til KOMIN eru tey næstan skjótari enn hann.
- Ja, her stendur væl og komin, og tað vilja vit eisini fegin siga við tykkum. Tit skulu vera so hjartaliga vælkomin í skúla í dag.
- Vit vóna at tit fáa ein góðan dag og nøkur góð ár her í skúlanum. Í dag gera vit ikki so nógv, tí um eina løtu fara foreldrini at koma inn, sigur flokslærarin.
Hesin fyrsti dagurin byrjaði væl. Í morgin byrjar álvarin!!