Fríkorter uttan vakmyndatól

Føroysk skúlabørn skulu kunna halda fríkorter, uttan at vakmyndatól halda eyga við teimum Tað hevur føroyska Dátueftirlitið gjørt av.

Tað er blivið alt meira vanligt at hava vaktarhald við vakmyndatólum í skúlum og skúlagørðum í londunum rundan um okkum, men nú ger Dátueftirlitið greitt, at vakmyndatól kunnu ikki verða nýtt í skúlatíð í føroyskum skúlum.

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri fyri Dátueftirlitið sigur, at tað eru fleiri skúlar í Føroyum, ið hava vakmyndatól, men at Dátueftirlitið í høvuðsheitum bert gevur loyvi til at ansa eftir smærri økjum innandura, eitt nú garderobum, har børn ikki ferðast alla tíðina, men har trupulleikar javnan kunnu stinga seg upp.

Skúlagarðar kunnu bert verða ansaðir av vakmyndatólum eftir skúlatíð, og tað eru onkrir skúlar í Føroyum, eitt nú nakrir, ið hava verið illa plágaðir av herverki, ið nýta slík.