Fríkirkjur geva mest

Noreg: Limirnir í fríkirkjunum eru tey, ið gera mest brúk av skipanini við skattafríum gávum.

Í miðal gevur hvør limur einar 9000 kónur til Frikirken og Misjonsforbundet, og er hetta nærum tríggjar ferðir so nógv sum limirnir í norsku fólkakirkjuni geva í miðal. 

- Hetta er eitt úrslit av skipaðum arbeiði og stórum engagementi frá samkomunum, sigur skrivstovuleiðarin í Misjonsforbundet, Yngve Brosstad við blaðið Vårt Land. 

Tað er kortini eingin kirkja ella samkoma sum kann kappast við hvítusunnurørsluna. Bara í fjør lótu limirnir í alt 64 mió krónur í gávum til rørsluna.