Frá Kingo til Arna Zachariassen

Tónleikur hevur kring allan heim átt eitt týdningarmikið pláss í kristnum samkomum og evangeliskum arbeiði, soleiðis er eisini í Føroyum heilt frá einraddaða kingosanginum til nútíðina har Braquet ferðast kring heimin við sín rokkborðna gleðiboðskapi.

Á Fjarðafestivalinum verða fleiri spennandi útlendsk tónleikanøvn, men eisini verður stóra fjølbroytni á kristiliga tónleikapallinum sýnt fram við kórsangi, lovsangi, kontri, poppi, kvøðuljómaslagarum og hørðum rokki.
Festivalurin lýsir ikki einans kristiliga tónleikapallin í dag, men vísir eisini tí stóru menning, ið hesin tónleikapallur hevur verið fyri.
Tann kristiligi tónleikurin hevur sín uppruna í kirkjum og samkomum, og altíð hevur tónleikurin spælt stóran leiklut í evangeliska arbeiðinum.
Tað fyrsta vit kenna til kristiligan tónleik, var einraddaði kingosangurin í kirkjuni. Hesi Kingoløg eiga í dag eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentan, og verða mett sum ein av okkara størstu mentanardýrgripum.
Seinni fingu kirkjurnar urgu og kirkjusangurin varð til sálmasang við urgufylgispæli, ofta var talan um danskar sálmar, ið høvdu lættari løg enn Kingoløgini. Tá brøðrasamkoman kom til Føroyar, vóru tað sangir við urgufylgispæli, ið vóru sungnir.
Tá heimamissiónin byrjaði í Føroyum, sungu tey eisini danskar sálmar og sangir. Sangurin í samkomunum var einraddaður, inntil streingjakórini byrjaðu við tí tvíraddaða heldur lívligara kórsanginum við gittarfylgjuspæli.
Í 1920unum og 30unum komu tey fyrstu fýraræddaðu kórini bæði innan brøðrasamkomuna og kirkjuna og fleiri av hesum kórum eru virkin enn, til dømis Betedstakórið, Ebenezerkórið og Kirkjukórið Ljómur.
Undir seinna heimsbardaga byrjaðu onnur ljóðføri at blíva verða brúkt í samkomunum, til dømis gittarar, harmonikur og mandolinir. Stílurin hevði ment seg til lættari evangeliskar sangir. Victor Danielsen umsetti t.d. nógvar úr enskum.
Eisini í Heimamissiónini fingu lættari evangeliskir sangir alsamt størri pláss við tíðini.
Fyrst í 1960unum kom stílurin við stuttum og lívligum kórum úr Onglandi.
Í 1970unum bleiv tónleikurin lívligari. Fyrst í 1970unum spældi til dømis Miðnáttarsangbólkurin úr Søldafirði tónleik í westernstíli. Síðst í 1970unum vóru tað millum aðrar Nikodemusar sangbólkurin og menn sum Victor Carlsen høvdu sín stóra leiklut í at gera tónleikin meira poppkendan.
Í 1980unum vóru bólkar sum Samsint og Ictus, teir mest markantu á kristiliga føroyska tónleikapallinum, teir stóðu fyri stórari nýhugsan, tá teir við sínum popp/rokki fangaðu lurtaraskarðar, ið eisini vóru uttan fyri vanliga málbólkin fyri kristiligan tónleik. Løgini vóru fangandi popp/rokkur og vístu fyrstu ferð í Føroyum, at rokkur saktans kann hava kristiligan tekst. Í hesum høpi er somuleiðis ringt at sleppa uttanum Óla Poulsen, ið átti stóran leiklut í tí, sum hendi á føroyska tónleikapallinum um hetta mundið.
Menningin tók enn eitt lop, tá harði rokkurin fekk sítt stóra pláss á kristiliga tónleikapallinum í 1990unum. Her var serliga klaksvíksbólkurn IAM týdningarmikil. Við luttøku í Prix Føroyum og ólavsøkukonsertum viskaði bólkurin markið millum verðsligan og kristiligan tónleik burtur. Teir vórðu tær fyrstu føroysku kristiligu rokkstjørnurnar, og  gjørdi um seg á 15 teimum bestu. Bólkurin legði grund fyri einum stórum skara av ungum rokkbólkum. Har serliga Braquet við nýggja IAM gittarleikaranum Arna Zachariassen hevur sligið í gjøgnum. Við sínum heilt egna serliga blandi av nýggjum og gomlum hørðum rokki, hevur Braquet rokkið útum føroysk landamørk. Á konsertferð í USA fyrr í summar bar Braquet gleðiboðskapin út til nógvar túsund amerikumenn og - kvinnur. Menningin í kristiligum rokki er stór, serliga tikist bólkurin Direct Level at hava nógv spennandi yvir sær, og eru eitt gott boð uppá framtíðina hjá kristiligum føroyskum rokki, eins og rokkkendi trubadururin <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Petur Háberg er&quot;$?$end$!$Petur Háberg er</st1:PersonName$?$end$!$ sera spennandi.<BR>Í dag er kristilgi tónleikapallurin sera fjølbroyttur, í Føroyum eru hópin av bólkum, kórum og solistum av ymiskum slag. Eitt nú hevur poppurin tað eisini gott í Føroyum í dag. Einstaklingar sum Heine Lützen og Sigrid Rasmussen gera nógv við sín tónleik og fáa góða móttøku. Tey vísa at popptónleikurin enn hevur tað gott á kristiliga pallinum. Hesi eru bæði við til at menna føroyska poppin. Tað slepst heldur ikki uttan um menn sum <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Bár?ur Háberg og&quot;$?$end$!$Bárður Háberg og</st1:PersonName$?$end$!$ Jóannes Ólavson. <BR>Sangbólkurin Salt hevur verið væl móttikin við teirra a capella sangi.
Lovsangur er enn ein stórur partur av lívinum í samkomunum, so kristiligi tónleikurin hevur tað gott.