Fríkendur fyri ólógliga nátaveiðu

Tað er gomul siðvenja at taka náta í Saksunardali, staðfestir Føroya rættur, og tí bleiv maðurin, sum var ákærdur fyri brot á fuglaveiðilógina, fríkendur.

 

Tað var í síðstu viku, at ein eldri maður úr Sundalagnum mátti møta í Føroya rætti, ákærdur fyri brot á fuglaveiðulógina. Sambært ákæruritinum hevði hann tikið ein náta, sum lá fram við vegnum, tá bódnin, sum átti jørðina, kom fram á hann.

 

Les eisini Meldaður fyri at taka nátar á landi

 

Bóndin vildi hava nátan og vísti á, at sum festari hevði hann eisini rætt til lunnindini á jørðini.

 

Í Føroya rætti førdi verjin hjá manninum fram, at tað var gamalt, at fólk úr Streymnesi, Hvalvík og Saksun tóku náta í Saksunardali. Samstundis greiddu sýslumenn í rættinum frá, at nátaveiðan hevur altíð verið almenn í Føroyum, í mun til veiðu eftir svartfugli, har jarðánarin hevur havt ognarrætt.

 

Ákærin vildi vera við, at maðurin eisini gekk ólógliga inni á jørð bóndans og tí mátti veiðan vera ólóglig.

 

Føroyar rættur kom til ta niðurstøðu, at slík nátaveiða var gamal siður í Saksunardali, og tí kundi maðurin ikki revsast fyri brot á fuglaveiðulógina.