Ákærin metti sjálv, at prógvini ikki vóru nóg góð fyri at døma 27 ára gamla mannin fyri at hava gjørt eina bumbu og brest hana í einum bili í Vági fyrr í mánaðinum.
Tað var 11. august, at ein maður boðaði løgregluni frá, at onkur hevði tveitt eina heimagjørda bumbu inn í bil sín.
Í Føroya rætti í dag greiddi maðurin frá, at hann hevði sæð tvey fólk gingið og skotið heksaýl uttan fyri arbeiðspláss sítt. Seinni hevði hann sæð tey siti á einum garði. Tey høvdu ein ryggsekk fullan av fýrverki og meðan gentan sat og beit lokini av ýlunum, oysti drongurin krútið niður í eina fløsku.
Tá maðurin seinni kom til bilin hjá sær, sá hann, at hann var fullur í royki. Tá varnaðist hann, at ein fløska lá í dúrkinum aftan fyri, at máttan var smeltað og at bilurin var fullur í sóti. Tá ringdi hann til løgregluna.
Løgreglan valdi, eftir at hava spurt seg fyri í økinum, at handtaka ein ungan mann og eina unga kvinnu. Ungi maðurin møtti so í Føroya rætti í dag, ákærdar millum annað fyri at hava gjørt eina bumbu og fyri at hava gjørt herverk á ein bil.
Hann noktaði seg sekan og segði seg einki kenna til hvørki bil ella bumbu. Ikki hevði hann atgongd til krút heldur. Hann váttaði tó, at hann hevði verið í Vági hendan dagin.
Tá ákærin hevði endaligu framløgu sína í annars drúgva rættarmálinum, valdi hon at biðja dómaran um at fríkenna ákærda fyri hesa ákæruna. Hon metti ikki sjálv, at tað var prógvað, út um nakran iva, at tað var hann, sum hevði lagt bumbuna í bilin.