Fyri trimum árum síðani bleiv spaniumaðurin Ricardo Santiago Collado dømdur 36 ára fongsul fyri at hava neyðtikið tríggjar ungar gentur í Las Palmas á Kanarisku Oyggjunum í 1997. Men í gjár ógildaði spanski hægstirættur dómin og gav boð um, at maðurin skal latast leysur alt fyri eitt. Orsøkin er, at dna-royndir hava prógvað, at tað var ikki Ricardo Santioago Collado, sum neyðtók genturnar. Tær tríggjar genturnar vóru millum 15 og 17 ára gamlar, og í rættinum bleiv Collado dømdur 12 ára fongsul fyrio hvørja neyðtøku. Hann hevði sitið hálvt triðja ár av dóminum, nú hann bleiv fríkendur.