Fríkendir fyri eldáseting

Teir báðir menninir, sum vóru ákærdir fyri at hava sett eld á AA-húsini í Tinghúsvegnum í Havn í fjør summar, vóru í Føroya rætti frídømdir fyri ákærurnar.

 

Dómarin segði í sínum viðmerkingum til rættarmálið, at meðan lítil ivi var um, at eldurin var ásettur, so metti hon ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at teir báðir ákærdu høvdu nakað við eldsbrunan at gera.

 

Einasta prógvið, sum knýtti teir báðar til staðið, vóru DNA-spor frá 27 ára gamla manninum, sum vóru funnin í og um húsini. Dómarin metti tó, at tað var líka sannlíkt, at hesi spor vóru sett onkra ferðina, tá maðurin hevur verið á AA-fundi í húsunum, sum hann greiddi frá, at hann ofta hevði verið.

 

 

Ákæruvaldið ynskti annars at geva teimum báðum yvir tvey ára fongsulsrevsing hvør fyri eldsbrunan og onnur mál, teir vóru ákærdir fyri.

 

Les eisini: Ynskir yvir tvey ára fongsulsrevsing fyri eldsbrunan