Altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International er sera misnøgdur við, at hægstirættur í Brasil hevur fríkent menn, sum vóru ákærdir fyri at hava neyðtikið tríggjar 12 ára gamlar gentur.
Grundgevingin fyri frídømingini er, at menninir hildu genturnar vera skøkjur, og at tær gingu sjálvbodnar við til at hava kynsligt samband við teir. Hægstirættur staðfesti ein dóm, sum rætturin í býnum Sao Paulo hevði felt í málinum.
-Dómurin er eitt stórt afturstig og gevur álopsmonnum grønt ljós. Fáa vit fleiri úrskurðir av hesum slagnum, fer tað at gera, at offur fyri neyðtøkum fara ikki at melda neyðtøkumenninar, sigur ein talsmaður fyri brasilsku deildina av Amnesty International.
Í Brasil er tað revsivert at hava kynsligt samband við børn, sum eru yngri enn 14 ár.










