Frá kava til vatnflóð

Lýggjari veður við regni hevur gjørt, at fleiri av teimum stóru áunum í Evropa eru vorðnar so stórar, at myndugleikarnir ávara um vanda fyri vatnflóð. Eitt nú eru týsku áirnar Mosel og Rhinen vaksnar nógv. Ringast stendur til, har tær báðar áirnar renna saman, og har standa fleiri bygdir undir vatni. Myndugleikarnir hava sent hjálparfólk at gera byrgingar og fyribilsbrýr.

I Køln er Rhinen vaksin so nógv, at hækkar vatnstøðan ein hálvan metur afturat, at steðgar øll ferðsla eftir ánni. Samstundis halda myndugleikarnir eyga við ánni Main, tí har er vandi fyri, at tað fer at standa á byrgingunum.

Eisini í Danmark hevur lýggjari veður elvt til vatnflóð nógvastaðni. Serliga í syðra parti av Jyllandi standa nógvir kjallarar undir vatni.