Frí kapping loftvegis í Føroyum

Arbeiðið at liberalisera loftvegis ferðasambandi í Føroyum er byrjað. Bjarni Djurholm hevur lagt málið fyri landsstýrið, og um tveir ár roknar hann við, at tað verður frí prísáseting í Føroyum

FLOGFERÐSLA

 
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í loftferðslumálum, hevur lagt eitt mál fyri landsstýrið um at frígera loftferðslu kappingina í Føroyum.
Landsstýrismaðurin væntar sær at fáa stuðul til at gera kappingina fullkomiliga fría á loftferðslu marknaðinum í Føroyum.
Landsstýrismaðurin sigur seg rokna við, at tað ganga eini tvey ár, áðrenn ætlanin verður til veruleika. Hetta skyldast, at tingingar skulu vera bæði við Danmark og ES. Ætlanini er nevniliga, at Atlantic Airways eisini skal kunna njóta sama frælsi uttanlands sum onnur feløg vilja kunna fáa í Føroyum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Flótandi prísir
Innan ES verður ?Open Skyes? nýtt. Hetta merkir, at tað stendur øllum frítt at flúgva og seta teir prísir einum ynskir. Í Føroyum er støðan langt frá tann sama. Tað eru donsku loftferðslu myndugleikarnir, ið góðkenna allar prísir á ferðaseðlum. Tað tekur tretivu dagar at viðgera tílíkar umsóknir, ið eru á borðinum hjá Vinnumálaráðnum og venda.
Í juni kom ein umsókn um at fáa ?flótandi? prísir á Føroya-rutunum. Hendan umsóknin er ikki liðug viðgjørd enn. Bjarni Djurholm sigur, at Atlantic Airways fyrst skuldi hava møguleikan at gera viðmerkingar. Nú Maersk-Air hevur tikið avgerð um at gevast, so heldur Bjarni Djurholm ikki tað vera so nógv høpi í umsóknini.
- Men vit høvdu viðmælt umsóknini, sigur Bjarni Djurholm.
Bert tvey feløg hava loyvi at flúgva til Føroya. Frá 31. oktober er eitt tílíkt loyvi tøkt hjá øðrum at søkja. Í skrivandi stund frættist ikki um nakra umsókn.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Spell
Tað er fatanin hjá landsstýrismanninum, at tað ikki kemur væl, at Maersk-Air hevur valt at gevast at flúgva til Føroya.
- Tað er spell. Kapping er tað besta fyri brúkaran, sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur ikki, at landsstýrið eigur at fáa skyldina fyri avgerðina.
- Avgerðin, sum Maersk hevur tikið, hevur einki við okkum at gera. Føroya rutan hóskar ikki til nýggja bygnaðin hjá Maersk, sigur Bjarni Djurholm.
Hann er greiðir yvir, at leikluturin sum eigari av Atlantic og myndugleiki ikki hóskar væl saman í hesum døgum, har marknaðirnir støðugt verða meira opnir.
- Tað almenna eigur ikki at vera partur av vinnulívinum, men umstøðurnar við loftvegis fluttningi eru so serligar, at vit hava hilda tað verið best at halda fram við verandi skipan. Men í framtíðini er tað lætt at ímynda sær, at aðrir eigarar taka yvir, sigur Bjarni Djurholm. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Magni við uppá tað
Stjórin fyri Atlantic Airways, Magni Arge, er av teirri áskoðan, at tað er gott hugskot at frí kapping verður um flutning loftvegis til og úr Føroyum.
- Vit hava sagt við Vinnumálaráðið, at vit viðmæla at latið verður upp fyri fríari kapping í Føroyum, sigur Magni Arge.
Ynskið hjá Atlantic og Magna er, at kunnu onnur flogfeløg koma til Føroya at flúgva, so vil føroyska flogfelagi eisini sleppa at hava rætt til at royna seg á øðrum evropeiskum leiðum, sum felagið hevur hug at royna.