Frá kalda sjógvi til heita pott

Tónleikurin kemur sjálvsagt í fremstu røð á G!, men tilboðini, ið ikki snúgva seg um tónleik, verða eisini høt raðfest. Eitt nú var laksur á sandinum fyrr í dag, filmar vóru somuleiðis vístir í dag, men tað heilt stóra hittið eru teir heitu pottarnir, sum eru stústappaðir alla tíðina.

 

Aftur og fram, aftur og fram. Soleiðis renna tey millum heita pottin á sandinum og kalda sjógvin. Fólk hugna sær óført, og lagið er gott.

 

Síggj her nakrar myndir frá heitu pottunum, ið vórðu tiknar í dag.