Fríðka um og breiðka í Bakka

Nú byrjar arbeiðið at breiðka og fríðka keiøkið í Bakka, sum verður gjørt í stíl við tað, sum er gjørt á Skálatrø.

Nú verður ein gomul ætlan í Bakka sett í verk.
Tað er havnarnevndin sum umvegis býráðið hevur fingið samtykt, at føra ætlanina um at breiðka keiøkið í Bakka út í lívið.
Talan er um at beina keikantin, samstundis sum hann verður lækkaður eins og gjørt er á Skálatrø. Arbeiðið fer í gongd beinanvegin, men tá tala er um keikant er tað altíð drúgt, og tí verður roknað við, at komið er út í oktober, áðrenn arbeiðið er liðugt, sigur Jákup Símun Simonsen.
Fýra tilboð vóru at taka støðu til. West Trading, Andreas Berg, Búsetur og Articon bjóðaðu seg fram, og tikið varð av lægsta tilboðnum, sum Articon átti.
Við eftirliti, byggileiðslu, óvæntaðar útreiðslur, streym og annað eru settar tilsamans 4,5 milliónir av til verkætlanina, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnarnevdini.