Fríðka um Kongabrúnna

Á býráðsfundi í kvøld liggur uppskot klárt at samtykkja um fríðkan av Kongabrúnni.

- Talan er um ein lið í politikkinum hjá sitandi samgongu um at fríðka um býin. Ætlanin er at gera ein skráning tvørtur um ósan av Havnará á líknandi hátt, sum gjørt er á Skálatrøð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Verkætlanin er mest at kalla liðug. Hon er bjóðað út og verður væntandi samtykt í kvøld.

- Gongu sum ætlað, verður farið undir arbeiðið beinanvegin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.