Fríðka um í Hvalba og í Sandvík til drotningina

Bæði í Hvalba og í Sandvík verður nógv gjørt burtur úr - eisini á plássum, har drotningin ikki sær

Hesa seinastu tíðina hava tey í Hbalbiar kommunu gjørt nógv burtur úr at fríðka og rudda, nú Margretha, drotning kemur at vitja mánadagin.

 

Men tey hava ikki bara fríðkað og ruddað á teimum leiðum, drotningin fer at ferðast, men tey hava brúkt høvið til at fara um tað mesta av kommununi, sigur borgarstjórin, Trúgvi Gudmundarson.

 

Eitt pláss, sum er ruddað og hampað, er gamla ruskplássið á Drátti. Tað eru annars eini 30 ár eru síðan at tað varð niðurlagt, men hesi árini hevur brimið máað burturav lendinum, so at  jarnið aftur varð vorðið sjónskt.

 

Tí er plássið hampað, og í hesum sambandið eru eini 100 tons av gomlum jarni latin IRF at beina burtur, sigur borgarstjórin.

 

Eisini í sandvík verður fríðkað og frammanfyri bingjuplássið er kaiin stoypt av níggjum og spælhúsið verður málað.

 

Men tað liggur eisini nógv órdudd eftir umsastaðni og í dag hava skúlabørn verið og ruddað og børnini í dagrøktini skuldi eisini taka eitt tak. Men annars verður ruddingardagur í Hvalba og í Sandvík leygardagin, og í tí sambandi verður bjóðað til morgunmat í Ranhøll í Sandvík, og í Roynhøllini í Hvalba leygarmorgunin, áðrenn farið verður at ruddað.

 

Í Hvalba skal drotningin vitjað Sambýlið, eins og hon skal í Roynhøllina, har tey hava sett eitt fullfíggjað modell av Hellinum í Lítlu Dímun upp. Hetta er Hellið, tey búleikaðust í, tá ið tey vóru í oynni, áðrenn tey bygdu sær hús at vera í.

 

Tey hava eisini sett upp eitt modell av eini kolaminum sum tey fara at vísa drotningini.

 

Trúgvi Gudmundarson sigur, at tá ið drotningin fer til Sandvíkar seinnapartin mánadagin, er tað fyrsta drotningavitjan í Sandvík yvirhøvur.

 

Í Sandvík fær drotningin høvi at síggja gomlu bóndahúsini, ið eru frá átjanhundrað og sekstiárunum, og sum sostatt eru elstu hús í Suðuroy, sum eru í upprunastandi.  

 

Niðanfyri eru fleiri myndir