Fríðka og planta í bygdini

- Slíkt verður ikki gjørt frá einum degi til annan, sigur Oddmar Hentze, umsjónarmaður í Skopun

Tað er ymiskt frá bygd til bygd, hvussu stórur dentur verður lagdur á at halda bygdina viðlíka  og eisini at fríðka um hana.
Í Skopun hevur hetta arbeiðið kanska ligið á láni eitt skifti, men í dag síggjast týðilig tekin um, at her er vend komin í.
Ein ætlan er gjørd um, hvussu hetta skal fremjast í verki. Og týsdagin í farnu viku vóru menn til arbeiðis við nýggja sparkivøllin ovarlaga í bygdini.
- Tá slík arbeiðir hava ligið á láni, er altíð nógv at gera, tá ein so fer í gongd.
- Men nú er so ein byrjan komin á, sigur Oddmar Hentze, umsjónarmaður í Skopunar kommunu.
Her við sparkivøllin eru teir í løtuni í ferð við at gera kantarnar. Her skal haraftrat gerast ein gongubreyt, eins og ein ætlar planta ein hóp av trøum.
 
Nógv eftir
Hóast skiftandi tíðir og ójøvn ár til búskap, so er líkt til at ein í kommununi hevur fingið nýtt eyga fyri týdninginum av at fríðka um í bygdini.
Gjøgnum árini eru so líðandi gjørd fleiri arbeiðir, sum veruliga hava fríðkað um. Hetta sær ein bara og best við at ganga runt um í bygdini.
Hóast nógv er gjørt, so er kortini nógv eftir. Men einki er sum bendir á, at ein ætlar at steðga við hesum fyri tað.
Teir hava m.a. sett upp fleiri benkur og hava haraftrat sett niður trø ymsastaðni í bygdini.
- Og nú hava vit so eisini fingið ein sparkivøll heruppi, greiðir Oddmar frá.
Í roynd og veru eru tveir slíkir vøllir í hesum økinum  ein heldur størri og ein minni.
 
Heldur á
Millum tey økini sum kommunan hevur valt at fríðka er økið beint við kirkjuna. Men arbeiðið steðgar ikki upp við hesum.
Tað eru eini trý øki aftrat, sum teir skjótt ætla sær undir skjótt. Eitt teirra er við minnisvarðan í bygdini.
Eisini rundan um skúlan hava teir gjørt eitt arbeiði.
- Tað er tað sum er beint nú. Men tað er heldur ikki so lítið, sum Oddmar tekur til.