Fríðka miðbýin á Tvøroyri

Tvøroyrar Kommuna er í ferð við at fríðka miðbýin umframt at betrað verður um umstøðurnar á havnarøkinum

Á Tvøroyri verður arbeitt við at betra umstøðurnar hjá flutningsfeløgum og ídnaði á havnarøkinum. Samstundis verður miðbýurin fríðkaður.

Øki á bryggjuni frá Tvørá og vestur í móti hjá Niels Juel er breiðkað munandi til tess at gera betri pláss til bingjuflutning og annað, sum hevur samband við goymsluna hjá Skipafelagnum, ið heldur til í bygninginum hjá Niels Juel Mortensen.

Dan Nielsen, virkandi býráðsformaður, sigur, at neyðugt var at gera okkurt har, tí tað var stutt sagt ikki pláss at arbeiða hjá flutningsfeløgum ella fiskavirkjum, sum hildu til á økinum. Umframt Skipafelagið er eisini Delta Seafood á økinum vestan fyri hjá Niels Juel, har nýtt virki er bygt undir Bakkanum.

Tað, sum gjørt er, sigur Dan Nielsen, er at fylt er út á sjógv vestan fyri ánna og nakað vestur. Síðan er bakkin fluttur niðan eftir, og vakur grótgarður er laðaður í tveimum hæddum við eini rók miðskeiðis í vegginum. Veggurin er laðaður av stabbagróti úr Froðba, og tað er froðbingurin Johannes Joensen, sum hevur verið formaður fyri hesum valaverki.

Í erva - har sum bilstøðin í síni tíð var leverandørur til manga góða skrønuna - verður nú gjørt parkeringsøki. Men samstundis, sum alt hettta verður gjørt, verða eisini vatn, el og kloakkveitingar lagdar av nýggjum. Uttan fyri parkeringsøkið, fram við Bygdar- og Sjósavninum, alias Doktarahúsunum, Brummuni ella hvat tað nú hevur verið nevnt, verður eisini hampað. Eisini eru sjálv húsini pussað upp. Gongubreytin verður flísaløgd bæði oman fyri og oman móti bryggjuni.

Oman fyri handilshúsini hjá Niels Juel Mortensen verður eisini fríðkað. Býti er gjørt við N.J. Mortensen, soleiðis at Kommunan fær økið oman fyri vegin, og N.J.Mortensen fær so parkeringsøkið uttan fyri handilin. Umvælingar og broytingar í handlinum gera millum annað, at inngongdin verður flutt frá høvuðsvegnum til ytra enda av bygninginum. Tó er við í avtaluni, sigur Dan Nielsen, at parkeringsøkið eisini kann brúkast av almenninginum. Bensinpumpan, sum Niels Juel hevði standandi oman fyri vegin, har bussteðgipláss og annað nú verður, verður flutt oman á nýggja økið uttan fyri handilin, sigur hann.

Meginparturin av arbeiðinum verður væntandi liðugur í ár, men kortini verður okkurt toygt til komandi fíggjarár, sigur virkandi býráðsformaðurin á Tvøroyri, Dan Nielsen.