Fríðka kring SALT á Drelnesi

Nú sæst eisini munur á økinum kring stóra bygningin á Drelnesi.

Tað hevur ljóðað, at dagurin nærkast í hvørjum, til gamla saltsiloin á Drelnesi stendur liðug sum mentanarhús.

 

Bygningurin hevur í eina tíð sæð liðugur út uttan, men arbeitt hevur verið inni.

 

Og leggur ein í hesum døgum leiðina framvið, so sæst, at nú sæst eisini munur á økinum kring SALT.

 

Har eru menn í fer við at fríðka um, nú vár er í hondum, og kanska eisini dagurin, tá SALT letur hurðarnar upp. Myndin omanfyri er tikin í vikuni sum fór.