Frá Javnaðarstevnu í Havn til Laborkongress í Brighton

Tá bretski fiskimálaráðharrin vitjaði á landsfundi Javnaðarfloksins í Havn leygardagin, fegnaðist hann um at vera boðin á fund hjá einum systurflokki, sum sat við stjórnarvaldið, tí færri og færri javnaðarflokkar í Evropa í dag sita við stjórnarvaldinum

Landsfundir

Tað man neyvan verða hent áður, at ráðharri í úr einum av stórveldunum í heiminum, í hesum føri grannatjóð okkara Bretlandi, vitjar og heldur røðu á eini landsstevnu hjá tí føroyska Javnaðarflokkinum. Í ár hendi tað so, og forkunnugi gesturin var eingin minni enn breski fiskimálaráðharrin, Brad Bradshaw.

Í sambandi við almennu vitjanina, har bretski fiskimálaráðharrin fekk innlit í føroyska fiskivinnu gav hann sær leygarmorgunin stundir til at vitja politisku felagar sínar í Føroyum, tá hesir hildu landsstevnu í Læraraskúlahøllini.

Við ljómandi og inniligu føroysku røddini hjá okkara fræga tónleikara, Steinley Samuelsen varð hesin framstandandi bretski politikarin móttikin av eini vælupplagdari fjøld av fólki og teirra millum sjálvum formanninum í Javnaðarflokkinum og løgmanni, Jóannes Eidesgaard. Har vóru so eisini allir tingmenninir og umboð fyri lokalfeløgini kring landið.

Ben Bradshaw dámdi væl hugnaligu atmosferuna og serføroysku tónarnar, sum rungaðu um høllina og fegnaðist um at hava fingið høvið at støkka inn á gólvið á hesi javnaðarkongressini, nú hann, sum hann málbar seg, varð ávegis til Brighton at sita við lið Tony Blairs á eini aðrari javnaðarkonkress, nevniliga árligu Laborkongressini har.

Bretski ráðharrin viðgekk, at hann visti lítið um Føroyar, áðrenn hann kom á vitjan og helt fyri, at bretar høvdu uttan iva nógv at læra av føroyingum í fiskivinnumálum, men hann legði eisini dent á, at Føroyar eru eitt gott og spennandi land at vitja hjá fremmandafólki, eit t nú bretum.

Hann tók tó eisini í egnan barm og viðgekk, at sjálvur kendi hann ikki søguna um, áðrenn hann kom tikl Føroya, at føroyingar høvdu hildið lív í onglendingum undir øðrum veraldarbardaga, sum hann nevndi vera svartasta tíðin í bretskari søgu.

Fegnaðist um støðuna her
Hann fegnaðist annars um at vera boðin á fund hjá einum systurflokki, sum sat við stjórnarvaldið, tí færri og færri javnaðarflokkar í Evropa í dag sita við stjórnarvaldinum. Hann nevndi, at Labour og Javnaðarflokkurin hava sama grundleggjandi virðisgrundarlag sum er tað góða samfelagið, hóast flokkarnir eru ymiskir á máli á ymiskum økjum.

Ben Bradshaw legði dent á, at javnaðarflokkar kring heimin mugu stríðast í felag, og hann vónaði, at Javnaðarflokkurin slapp at halda fram við stjórnarvaldinum í Føroyum, eins og hann vónaði, at Labour vinnur valið komandi ár í Bretlandi.

Á fundinum leygarmorgunin varð altjóða arbeiðarasangurin sungin, og Ben Bradshaw helt eitt sindur kensluborin fyri, at hetta var fyrstu ferð í fleiri ár, at hann hevði sungið sangin. Síðani gekk leiðin vestur í Vágar saman við bretska konsulinum í Føroyum, Tummas Hanusi Dam, sum hevur tikið sær væl av bretska gestinum seinastu dagarnar.