Fróði við sáttmála og sangi

Fróði Hansen hevur gjørt sáttmála við kenda danska plátufelagði Target Group, sum verður nevnt tann størsti sjálvstøðugi veitarin og framleiðarin av tónleiki í Danmark.

 

Til ber at síggja og hoyra nýggja staklagið við at trýsta á pílin á myndini

 

Argjamaðurin hevur nú latið fyrsta staklagið í komandi útgávuni – Ultramarine – út. Staklagið eitur ”I remember you well”.  Ultramarine kemur út 27. mai í Føroyum, tá verður konsert í Sirkus. Sjálv útgávukonsertin verður 17. juni í Reinsarínum.

 

Útgávan kemur út seinni í summar í Danmark, har Target Group skal standa fyri útgávuni og PR arbeiðinum.

 

- Við Traget er málið fyrst og fremst danski marknaðurin vit leggja okkum eftir, men seinni í ár fara vit eisini á konsertferð í Russlandi, greiðir Fróði Hansen frá.

 

Við staklagnum ”I remember you well” er eisini sjónbandalag gjørt. Eyðun Muller Thomsen hevur filmað og viðgjørt sjónbandalagið.

 

Fylg Fróða á Facebook við at trýsta HER

 

Fløgan er upptikin í Studio Bloch, Fred Ruddick hevur staðið fyri upptøkum, ljóðblandað og mastrað, meðan Mikael Blak hevur verið við í framleiðslutoyminum, og virkað sum studiotónleikari.

 

Manningin í bólkinum hjá Fróða telir 5 mans. Teir eru umframt Fróða Hansen sjálvan, Bartal Augustinussen, Pauli Reinert Poulsen, Ísak Sambleben og Per Ingvald Højgaard Poulsen.