Fróði Vestergaard: Einki er sum summarkvøld við strendur

Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.

Fróði Vestergaard er kendur sum fyriskipari av Prix Føroyum og av Atlantic Music Event. Hann er eisini oddamaður í bólkinum Deiggj. Fyri Fróða er lítil ivi um, hvat lag er hansara summarlag.

- Einki er sum summarkvøld við strendur hjá Christian Matras og Hans Jacob Højgaard er tað mest summarsliga lagið eg kenni av øllum! Eg følið veruliga, at man er har, sum sangurin handlar um.

Eg og kona mín Barbara sungu sangin í Húsakórinum í Keypmannahavn, tá ið vit møttust. Hetta var eisini fyrstu ferð, at eg royndi meg sum kórsangara. Teksturin sigur alt um ein vakran summardag í Føroyum, og lagið sjálvt er ótrúliga flott, eins og kórsatsurin er tað. Vit hava mangan sungið hetta lagið í vertskapi síðan.

Hetta lagið og Mítt føðiland, sum vit eisini sungu í útlegd, teljast millum allar vakrastu føroysku sangir.