Fróði var vónbrotin

A-Landsliðið - Føroyski lið­for­maðurin, Fróði Benjaminsen, var bæði vónbrotin av málinum, serbar komu á odda við, og at tað ikki eydnaðist Føroyum at fáa eitt mál og kanska koma innaftur í dystin fríggjakvøldið

– Eg eri nokk so vónbrotin, tí eg hevði hopað, at vit fingu eitt gott úrslit, og tá meini eg við ein javnleik ella meira, segði føroyski liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, eftir 0-3 ósigurin ímóti Serbia fríggjakvøldið.
Hetta var dystur nummar 61 hjá Fróða, og í seinna hálvleiki var hann nær við at skora sítt fjórða landsliðsmál.
– Ja, vit vóru eitt sindur óhepnir, at vit ikki fingu eitt mál, sum hevði fingið okkum innaftur í dystin, men eg rakti tíverri ikki bóltin. Tá Símun leggur innfyri, veit eg nøkulunda, hvar bólturin plagar at koma, men eg rakti hann so ikki, og eg haldi, at onkur aftan fyri meg eisini var nær við, segði Fróði.
Eins og øll vit onnur, var hann eisini rættiliga harmur um mátan, Serbia kom á odda uppá:
– Fyrsta málið hjá teimum kann róliga kallast tjóvarí, og tað skelkaði okkum eitt sindur. Eg haldi, at tað er heilt ótrúligt, at hvørki dómari ella linjudómari síggja tað, men nú er tað heldur ikki so ofta, at fyrimunirnir eru við okkum í dømingini.

Á rættari leið
– So fingu teir eitt mál aftrat, tá vit ikki vóru konsentreraðir, og tí bleiv tað trupult. Men í seinna hálvleiki haldi eg, at vit vóru nógv betri við og fingu trýst teir, segði hann.
– Eg haldi, at vit nógvar teir síðstu dystirnar hava víst, at vit eru á rættari leið, tá tað snýr seg um spælið. Kjansirnar fáa vit eisini, so vit mugu bara fáa sett nakrar av teimum inn, tí so eru vit nógv betur við.
Av føroysku spælarunum var Fróði Benjaminsen veruliga tann, ið gekk undan á føroyska miðvøllinum allan dystin – eisini í fyrra hálvleiki, tá tað annars ikki var nógv veiggj í føroyska spælinum. Men sjálvur vildi hann ikki gera so nógv burtur úr sínum egna innsatsi.
– Eg veit ikki, um hetta er ein av mínum frægastu dystunum, men eg haldi, at tað kann altíð verða betri. Nøgdur eri eg ongantíð, tí eg haldi altíð, at har er okkurt, ið kann gerast betri, staðfesti liðformaðurin eftir dystin fríggjakvøldið.