Fróði vann á konginum

Borðtennis: Fróði F. Jensen vann FM-gull í einmansleiki hjá monnum við 4-2-sigri á Peteri H. Niclasen, sum var í sínari 25. FM-finalu

Finalan í einmansleiki hjá monnum í borðtennis í ár var nakað heilt serligt, mest fyri Peter H. Niclasen, sum hevði silvurbrúdleyp skilt á tann hátt, at hetta var 25. ferðin, at hann var í FM-finaluni. Fyrstuferð var í 1984 sum bara 15 ára gamal, og fram til nú hevur hann vunnið heili 16 FM-gull.
Hesaferð var avbjóðarin 21 ára gamli Fróði Fríðason Jensen, sum vann finaluna ímóti júst Peteri fyri tveimum árum síðani. Fróði spælir í løtuni við Københavns BTK í Danmark og var mettur at vera í bestu venjing til hesa kappingina.

Jøvn byrjan
Sum væntað, so var tað eisini Fróði, sum leikliga kom best frá byrjan, men væntað varð samstundis eisini, at Peter fór at koma við góðum mótsvarum. Og tað kom hann. Hóast Fróði var á odda 10-6 og hevði fýra settbóltar, so megnaði Peter at koma aftur í aftur og javna til 10-10. Tá gekk tó ikki longur og Fróði stjól fyrsta sett 12-10.
Í øðrum setti vann Fróði sær aftur leiðsluna, men Peter var ikki til at rista av sær. Hesaferð var Peter omaná tá ið nærkaðist endanum, men hetta var túrurin hjá Fróða at útjavna til 10-10. Heppið fyri spenningin var tað tó Peter, sum dró longra stráðið og við 12-10 javnaði hann til 1-1 í settum.

Peter fekk takið
Í triða setti var tað greitt, at Peter var um at spæla seg heitan eftir eina heldur slaka byrjan. Munurin gjørdist ongantíð serliga stórur í hesum javna dystinum, men Peter var omaná og vann triðja sett 11-8 og legði seg harvið á odda 2-1 í settum.
Í fjórða setti fekk Fróði veruliga fatur í sínum góða spæli og Peter var prísgivin í nógvum førum. 11-6 endaði hetta settið til Fróða, sum harvið javnaði til 2-2 og alt var aftur púra opið.

Fróði avgjørdi
Fimta sett var ógvuliga avgerandi í tann mun, at tann sum vann tað, kom á odda 3-2 og setti seg í førarasetrið at vinna finaluna. Nógvir góðir og áskoðaravinarligir bóltar vóru at fáa eyga á hetta settið, og í hesum bóltunum hevði Fróði, sum er kropsliga væl fyri og helst smidligari enn Peter, omaná. Hann fekk eisini hetta týdningarmikla setti umvegis 11-8.
Tað sást, at í sætta setti var talan um síðsta útkall hjá Peter. Hann fór nógv til álops, men tað riggaði ikki væl og Fróði kom væl í mótálop. Fróði hevði 10-7-leiðslu og tríggjar settbóltar, men Peter fekk eitt sindur av spenningi í og javnaði til 10-10. Tá sló Fróði aftur til, og hetta gjørdist avgerandi slagið – 12-10 til Fróða og hann vann harvið finaluna 4-2.
Hetta er aðru ferð, at Fróði er í FM-finaluni, og hetta er somuleiðis aðru ferð, at hann vinnur hana. Fyrru ferð var í 2012, og tá var Peter H. Niclasen eisini mótstøðumaðurin.