Fróði til Silkeborg?

Danska heimasíðan, bold.dk, veit at siga, at føroyski landsliðsleikarin, Fróði Benjaminsen, í næstum skal royndarvenja við danska superligufelagnum, Silkeborg.

Fróði hevur einaferð fyrr verið og royndarvant í danska felagnum, og nú vilja teir eftir øllum at døma síggja meir til evnini hjá Fróða á fótbóltsvøllinum. Fróði er ikki einasti leikarin, sum skal til royndarvenjing í Silkeborg. Ein enskur verjuleikari og tríggir áleyparar frá Uganda skulu eisini royna seg í danska felagnum. Fróði Benjaminsen vísir tó sjálvur aftur, at hann skal royndarvenja í Silkeborg.