ROYNDARVENJING
Í hesi vikuni er Fróði Benjaminsen á flatlondum og royndarvenur. Landsliðsmiðvallarin er saman við dananum Anders Nygaard, sum í summar spældi við B68, í Silkeborg, har Viggo Jensen og hansara menn leita eftir styrki til superliguliðið, sum ikki hevur verið serliga sannførandi í heyst.
Mánakvøldið vóru Fróði og Anders á næstbesta liðnum hjá Silkeborg, sum spældi ímóti næstbesta liðnum hjá Horsens. Horsens var á heimavølli, og teir vunnu 4?1. Sambært heimasíðuni hjá Silkeborg var heimasigurin rudduliga uppiborin.
Umframt Fróða Benjaminsen og Anders Nygaard var ein annar gestaspælari á Silkeborg liðnum. Talan var um spælara úr Silkeborg KFUM, sum er áhugaður í at vita, um tað er møguleiki hjá honum at røkka longri sum fótbóltsspælari.
Nýggjan møguleika
Sambært Silkeborg heimasíðuni so fáa Fróði Benjaminsen og Anders Nygaard aftur leygardagin møguleika at vísa, hvør dugur er í teimum. Tá skal eykaliðið hjá Silkeborg spæla ímóti Køge ella Farum.
Á heimasíðuni varð eftir dystin mánakvøldið skrivað, at tað ímóti Horsens ikki var møguleiki fyri at síggja, hvør dugur er í teimum báðum spælarunum, sum vóru komnir úr Føroyum at royndarvenja.
Fróði Benjaminsen segði við Dimmalætting í gjár, at tað er Frank Skytte, sum mesta partin av farna kappingarárinum var venjari hjá B68, sum hevur skipað fyri, at Fróði Benjaminsen og Anders Nygaard í hesi vikuni royndarvenja í Silkeborg.
Fróði Benjaminsen segði eisini við Dimmalætting, at hóast hann royndarvenur í hesi vikuni, so er hann ikki vísur í, um hann er áhugaður í at spæla fótbólt í Danmark. Men tað valdast sjálvandi um, um hann fer at fáa nakað tilboð frá Silkeborg, og hvussu tað fer at síggja út, um tað kemur á borðið.
Fróði Benjaminsen, sum higartil bara hevur spælt í B68, var kosin ársins spælari í 2001. Í ár stóð hann sterkur í myndini á landsliðnum.










