Fyri mong er Fróði Olsen ímyndin av Argja Róðrarfelagi. Hóast hann ikki er formaður longur, so er hann framvegis virkin, sum hjálparfólk og samskipari.
Fyrr í kvøld fekk Rás2 orðið á Fróða Olsen. Fróði Olsen segði í samrøðuni, at tað sjálvandi er lætt at verða bakklókur, men hann er sannførdur um, at róðurin á Varmakeldu skuldi longu verið avlýstur í gjárakvøldið, so ein kundi undgingið at bátar fingu álvarsligar skaðar, so sum argjafólk hava upplivað tað við Lómi.
Fróði greiddi eisini frá, at Lómur verður sýnaður av tryggingarfólkunum komandi mánadag, og vóna tey í Argja Róðrarfelagi, at tey kunnu fara í gongd við at útvega ein nýggjan Lóm skjótast til ber, tí hesin Lómurin verður ikki bátur aftur.
Tað ber til at hoyra samrøðuna við Fróða Olsen í ljóðbrotinum undir greinini.