Fróði og Ingi í B36

B36 styrkti sær munandi um hópin til komandi kappingarár, tá ið felagið á samkomu í B36-húsinum sunnudagin skrivaði sáttmála við ávíkavist Fróða Benjaminsen og Inga Højsted.

Í hesum døgum arbeiða fótbóltsfeløgini kring landið av øllum alvi við at styrkja sær um hópin til komandi kappingarár. Tey flestu av feløgunum eru komin rættuliga væl áleiðis í hesum fyrireikingum, og á samkomu sunnudagin í felagshúsinum kunngjørdi B36, hvussu hópurin hjá teimum sær út komandi kappingarár.

Miðvallargeneralurin funnin
Nógv B36-viðhaldsfólk høvdu lagt leiðina framvið felagshúsinum mitt í øllum jólameldrinum, og tey sótu spent og bíðaðu efter, at formaður felagsins, Kristjan á Neystabø, fór at almannakunngera leikarahópin.
Áðrenn hópurin bleiv kunngjørdur, vóru tað tó tvær undirskriftir, ið restaðu í, og tær vóru tískil avgreiddar. Fyrstur fram til borðið hjá formanninum var Ingi Højsted, sum eftir at hava verið nøkur ár í Arsenal, nú er vendur aftur til Føroya og barndómsfelagið hjá sær. Ingi hevur í longri tíð vant við árstalsfelagnum, og tað hevur leingi ljóðað, at hann fór at gera sáttmála við felagið, og nú er hetta veruleiki.
Seinni leikarin, ið setti seg til formansborðið til tess at skriva undir sáttmála, var landsliðsleikarin Fróði Benjaminsen. Hetta er uttan iva ein sera kærkomin styrkur hjá B36, tí einamest í farna kappingarári var ein tann størsti veikleikin hjá B36, at teimum vantaði ein miðvallargeneral, ið kundi taka kommandoina á miðvøllinum. Hendan tykjast teir nú hava funnið í Fróða, og tað styrkir liðið munandi.

Sterkasti hópurin nakrantíð
Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, var sera væl nøgdur, nú hópurin fyri komandi ár er komin upp á pláss. Hann segði á samkomuni, at tað er ikki óhugsandi, at fleiri spælarar koma afturat, men at tað neyvan verður meiri enn tann eini profilurin afturat.
Kristjan á Neystabø segði, at eftir hansara tykki er hópurin hjá árstalsfelagnum komandi kappingarár helst tann sterkasti nakrantíð. Hann segði, at við tilgongdini av omanfyri nevndu leikarum, umframt Jákupi Mikkelsen, Herbert í Lon Jacobsen og Mikkjal Thomassen, skuldi møguleikin fyri at koma upp aftur á ovasta føroyska fótbóltstindin verið heilt góður, og at føroyameistaraheitið eisini er málið fyri komandi ár.