Leygardagin kemur føroyska heildarútgávan hjá Fróða við navninum Hola loksins á marknaðin. Hola hevur í eitt tíðarskeið bert verið tøk at hoyra á Spotify, men nú kemur Hola eisini út sum LP pláta. Einans 200 eintøk eru prentaði, og sambært Fróða verður plátan ikki endurprentað.
##med2##
Útgávudagurin verður hildin í Tutl leygardagin kl. 14, har høvi verður at ogna sær plátuna umframt at Fróði Hansen og Bartal Augustinussen spæla nøkur løg av plátuni. Tað er listamaðurin Bárður Dal Christiansen, sum hevur staðið fyri at gera plátuhúsarnar á sínum verkstaði í Keypmannahavn.
Tónleikurin er upptikin í Studio Bloch í fleiri umførum í 2018. Theodor Kapnas hevur verið teknikari og ljóðblandað útgávuna. Tony Lindgren hevur mastrað.
##med3##
Tónleikarar á útgávuni:
Mattias Kapnas: klaver, moog, rhodes, orgul og trummumaskinu
Fróði Hansen: sang og slagverk
Andreas Tykjær Restorff: sello
Per Ingvald Højgaard Petersen: trummur
Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir og Eyð Steinbjørnsdóttir: kór
Konsertkalendarin hjá Fróða og manning í næstum:
25. mai - Útgávudagur í Tutl:
29. mai - Maggies:
30. mai - Gamli Skúli í Sørvági:
31. mai - Tøting
1.juni - Reinsaríið
27. Juli - Ostahúsið













