Little Fish var stovnaður í 1996 og spælir egnan rokktónleik. Bólkurin hevur spælt støð sum Pumpehuset í Keypmannahavn, Pit Stop í Kolding, Det Bruunske Pakhus í Fredericia og Arkaden í Odense.
Fríði hevur spælt við fleiri donskum bólkum seinastu árini. Men hevur eisini javnan vitjað á føroyska tónleikapallinum í nógvum ymiskum bólkum, ikki minst saman við pápa sínum Ólavi Øster. Fríði hevur eina fortíð í bólkum sum Kjølum, Lisa sær Dupult og MC-Hár.










