Fróði heldur fram í B36

Landsliðsmaðurin og føroyameistararnir hava í kvøld givið hvørjum øðrum pappír upp á enn eitt ár

B36

Við hesum hevur B36 steðga teimum gitingum, sum seinastu tíðina hava verið frammi um landsliðsspælaran.
Fróði var í fjør ein týðandi liður á liðnum hjá B36. Bæði á miðvøllinum, har hann fyrst og fremst var ætlaður, og eisini í verjuni, har hann í nógvum førum var makkari hjá Pól Thorsteinsson. At hann so eisini skoraði avgerandi málini í teimum báðum seinastu dystunum, mundi ivaleyst eisini geva honum eitt eyka fet á popularitets-stiganum hjá B36-fjepparunum.

Byrja venjingina nú
Kristian á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, sum rekur besta mansliðið hjá B36, sigur, at teir nú halda seg hava fingið tað mesta av hópinum til komandi kappingarár upp á pláss.
- Vit sjálvandi, at Allan er givin, og at Sylla er komin til, men í aðrar mátar verður talan um stórt sæð sama hópin, sum í fjør stríddi seg fram til gullið. Enn er sjálvandi møguleiki fyri broytingum, og vit hava sjálvandi eygu og oyru opin, men nakað ítøkiligt er talan ikki um í løtuni, staðfestir hann.
Longu í vikuni leggja B36'arnir aftur til brots í venjingini, sum fyri tað mesta verður av kropsligum slag í vetur. Í ár vísti hetta seg avgjørt at vera nakað, sum loysti seg, og tí velja teir aftur í ár at nýta sama modellið, at kalla.