Fróði høvuðsnavn á The Rock

Fróði Hansen er høvuðsnavnið á The Rock mikukvøldið, har ein annar bólkur við føroyskum íkasti eisini spælir. Í farnu viku hevði Fróði eina væleydnaða útgávu konsert í Lades Kælder í Keypmannahavn, og júst eina viku seinni, mikukvøldið 7. oktober, fer hann aftur á pall í danska høvuðsstaðnum.

Hesaferð er spælistaðið The Rock, sum liggur mitt inni í býnum, og er Fróði høvuðsnavnið hetta kvøldið.

 

Tveir aðrir bólkar spæla, Born To Love Mary og Painted Daisies, eisini hetta kvøldið. Fyrstnevndi bólkur av teimum báðum hevur ein føroyskan sangara, ið eitur Gerhard Páll Lognberg. Hinir í bólkinum eru danir.

Painted Daisies er somuleiðis ein bólkur mannaður við tónleikarum úr ymsum londum, tó uttan føroyingar.

 

Konsertin á The Rock byrjar klokkan 20.00 og er ókeypis.