Fróði høgt í metum millum fjølmiðlafólk

Fróði Holm Knudsen er næstbesta fjølmiðlafólk í Danmark sambært fjølmiðlalesandi

- Eg eri bæði bilsin og rørdur, og eg kenni tað sum ein stóran heiður at fáa eitt tílíkt herðaklapp.

Tað sigur føroyski fjølmiðlamaðurin Fróði Holm Knudsen, ið hevur fingið prógv um, at hann er høgt í metum í Danmark. Sambært eini kanning, sum Háskúlin í Volda í Noregi hevur kunngjørt, er Fróði nevniliga millum best umtóktu fjølmiðlafólkini í Danmark.


Beinrakin og bersøgin

Í kanningini, sum er liður í eini felags norðurlendskari kanning av fjølmiðlaútbúgvingum, eru øll fjølmiðlalesandi í Danmark biðin um at peika á teirra yndisfjølmiðlafólk í Danmark. Úrslitið vísir, at Fróði Holm Knudsen – eins og Lars Fogt – liggur á einum flottum øðrum plássi. Best umtókta fjølmiðlafólkið er Ulla Terkelsen.

- Ein orsøk kann vera, at eg skrivi rættiliga beinrakið. Eg eri bersøgin, og tað sæst aftur í mínum greinum, sigur Fróði Holm Knudsen, sum í mong ár hevur starvast á á kulturredaktiónini hjá danska blaðnum BT.


Hugburðsbroyting

Hann leggur afturat, at heiðranin staðfestir eina hugburðsbroyting millum danir, hvørjum fjølmiðlum viðvíkir.

- Ofta verður sagt, at ítróttur og undirhald ikki er “orduligur” journalistikkur. Men rákið seinastu árini vísir, at tey meiri “seriøsu” bløðini hava flutt seg frá tí turrisliga tíðindaflutningin og hava nærkast tí journalistikki, sum BT og onnur tabloid-bløð standa fyri. Tí er eyka hugaligt at staðfesta, at eisini fjølmiðlalesandi – tað vil siga framtíðar journalistarnir – hava sama hugburð, vísir Fróði Holm Knudsen á.


Aftur á skúlabonk

Fróði Holm Knudsen hevur serliga fingist við at skriva um danska og altjóða undirhaldsheimin. Hann er kendur fyri sínar bersøgnu og erligu samrøður við altjóða tónleika- og filmsstjørnur, so sum Elton John, Madonna og Ricki Martin. Her heima er hann kanska mest kendur fyri sítt arbeiði í Friðarboganum, har hann eitt skifti var formaður.


Fróði Holm Knudsen segði seg herfyri úr starvinum á BT og hevur ístaðin valt at lesa enskt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Kortini hevur hann ikki lagt pennin frá sær. Hann arbeiðir free lance, og í næstum verður farið til Suðuramerika at gera samrøður við menninar, sum yvirlivdu kendu flogvanlukkuna í 1972 í Andesfjøllunum. Vanlukkan, har ferðafólk vórðu noydd at eta mannakjøt fyri at yvirliva, er gjørd til film. Hann eitur Alive.