Fróði gleðir seg at sleppa avstað

- Tað er meira spennandi at sigla við báti, sum tú eigur, hevur ávirkan á og hevur ábyrgd av, sigur Fróði L. Ejdesgaard, skipari.

Fróði L. Ejdesgaard, skipari og ein av eigarunum av línubátinum Fiskivarða, er garvaður línumaður og kennir væl til at dríva línubát. Árini 2001 til 2010 dreiv og átti hann saman við øðrum línubátin Fiskivarða, sum nú eitur Riba.

 

Nú eigur hann Fiskivarða saman við øðrum, og gleðir seg at sleppa avstað. Báturin er um at verða liðugt riggaður til línuveiðu, eftir at hava verið trolbátur, síðan hann kom í flotan í 2002.

 

- Seinasta hálvt triðja árið havi eg siglt við trolbátinum Olgu Mariu, og tað hevur dámt mær væl. Men, tað er líka sum meira spennandi at sigla við báti, sum tú eigur, hevur ávirkan á og hevur ábyrgd av, sigur Fróði L. Ejdesgaard. 

 

Tað er sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, ið hevur hitt mannin, sum eisini heldur, at Fiskivarði er ein góð stødd av báti, og so sleppa teir eisini at royna inn á ein fjórðing úr landi.

 

- Tað gevur møguleikar at royna í lívd av landi um vetrarhálvárið, tá veðrið kann vera buldrasligt, sigur hann.

 

Við Fiskivarða verða seks mans. Tað er Pomek í Klaksvík, sum hevur umbygt bátin. Enn er okkurt smávegis eftir at gera, og so skal báturin upp á land at smyrja botnin, áðrenn lagt verður frá landi eftir hvítusunnu.

 

Í 2002 kom Norðleivur nýbygdur sum trolbátur úr Íslandi til Føroya. Í 2011 varð hann seldur og fekk navnið Dragasund. Síðani er hann aftur seldur og kallast nú Fiskivarði.

 

Felagið, sum eigur Fiskivarða, fyrrverandi Norðleiv og Dragasund, kallast P/F Fiskivarði. Eigarar eru Bjarni Kass, P/F Tindur og Fróði L. Ejdesgaard.