Fróði: Fann meg ikki í at Ballack niðurgjørdi meg

Tað sigur Fróði Benjaminsen, sum í Hannover í 2002 fleiri ferðir var í hornatøkum við Michael Ballack.

 

Tað verður mangt sagt á vøllinum, sum ikki tolir dagsinsljós, men av og á er tað eisini so býtt og primitivt, at tað er best fyri leikararnar at tað ikki kemur fram.

 

Michael Ballack mundi helst halda, at tað fór at verða ein lættur arbeiðisdagur móti føroyinginum í 2002, tá hann longu í fyrsta minutti legði Týskland á odda við brotssparki.

 

Tað skuldi tó vísa seg at verða alt annað, tí hástóri miðvallarin rendi seg í Fróða Benjaminsen, sum á ongan hátt ætlaði at leggja kongin. Tað endaði við fleiri samanbrestum á miðvøllinum, og tað dámdi einki týsku stjørnuni.

 

Tá teirra status ikki røkkur til, so mugu meiri primitivar mannagongdir í brúk.

 

- Teir kunnu verða primitivir og kalla okkum fyri alt møguligt, so sum “lorta fiskarar”. Ikki tí, tað er einki at verða keddur av, tí tað er sanniliga ein stoltleiki í tí, men tað er meiri mátin teir siga tað upp á, greiður Fróði Benjaminsen frá.

 

Hoyr her samrøðu við Fróða Benjaminsen undan landsdystinum móti Týsklandi, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.