Fríði er vónbrotin hóast eitt gott avrik

(Rás2) Áðrenn dystin hevði Fríði Weyhe selt uppgerðina fyri eitt tepurt tap ímóti Fraklandi, men nú er hann vónbrotin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Fríða Weyhe, sum skoraði eitt mál í 25-28 (12-14) tapinum ímóti Fraklandi í HM-áttandapartsfinaluni ímóti Fraklandi fyrr í dag.

 

Áðrenn dystin hevði Fríði Weyhe selt uppgerðina ímóti Fraklandi fyri eitt tepurt tap, men sum dysturin háttaði seg er Fríði Weyhe vónbrotin um tepra tapið. Hann heldur, at munurin millum liðini var ikki so ræðuliga stórur tá samanum kom.

 

Nú ætlar Fríði Weyhe at enda væl í plasseringsdystinum, sum verður spældur klokkan 14 í morgin. Tann dysturin er um 15. plássið.