Fróði er ársins spælari

Leygardagin tók HB-liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, ímóti FM-steypinum í Sørvági, og í gjárkvøldið var hann aftur steypamóttakari – hesa ferð sum ársins spælari hjá monnum

FÓTBÓLTUR

Fróði Benjaminsen hevur verið frammi á føroyska fótbóltspallinum í mong ár, og hann hevur leingi verið ein av bestu føroysku spælarunum. Ikki minst hevur hetta sæst aftur í afturvaldi ferð eftir ferð til landsliðið, umframt at hann hevur verið sera sjónskur í heimligu kappingini.
Fyri sjey árum síðani, í 2002, tá hann spældi við barndómsfelagnum, B68, var Fróði kosin ársins spælari. Síðani hevur hann spælt við B36, har hann vann sítt fyrsta meistaraheiti, og nú hevur hann krýnt sína tíð í HB seinnu árini sum meistari í ár.
Heiðurin fekk Fróði Benjaminsen hesa ferð í kapping við ein annan HB-ara, Hans á Lag, og við Ahmed Keita í B68.
– Hetta er annan dagin á rað, at eg taki ímóti einum steypi, so tað er bara stuttligt. Eg eri fegin um heiðurin, tí øgiliga nógvir spælarar hava spælt væl í ár, segði Fróði, ið heldur ikki smæddist fyri at geva øðrum part av heiðrinum.
– Viðspælararnir hava sjálvandi øgiliga nógv at siga, og so hava vit eisini havt tveir øgiliga góðar venjarar, sum hava gjørt mína rollu á liðnum góða í ár. Og so leingi, tú sleppur undan skaðum, so kanst tú vísa meira, og í so máta havi eg verið øgiliga heppin í ár.