EB/Streymur hevði aðalfund í gjár og Oddur Ejdesgaard takkaði fyri seg sum nevndarformaður í felagnum, og nýggjur formaður er Fróði Reinert Petersen, ið frammanundan var næstformaður
Sí eisini:
FM1: Samrøða við næstformannin, Fróða R. Petersen eftir kappingarárið 2019
Felagið skrivar á heimasíðuni síni, ebstreymur.fo, at Oddur Ejdesgaard, Rúni Kruse, Ólavur Ejdesgaard og Dan Olsen stóðu fyri valið. Rúni Ejdesgaard tók við afturvali. Afturat honum blivu Fróði Reinert Petersen, Kayo Sørensen og Eyðstein Zachariasen valdir í nevndina. Beinta Lisberg, sum hevði eitt ár eftir, hevði biðið um at sloppi úr nevdini og í hennara stað varð Oddur Ejdesgaard valdur í eitt ár. Fróði Zachariasen og Ólavur Ejdesgaard vóru valdir sum tiltakslimir.
Sostatt er nevndin í EB/Streymi soleiðis mannað:
Formaður: Fróði Reinert Petersen
Næstformaður: Eyðstein Zachariassen
Kassameistari: Rúni Kruse
Skrivari: Tonny Kruse
Nevndarlimur: Kayo Sørensen
Nevndarlimur: Torfinn Djurhuus
Nevndarlimur: Oddur Ejdesgaard
Tilakslimir: Fróði Zachariassen og Ólavur Ejdesgaard