Fróði Clementsen til EB/Streym

Flytingarvindeygað steingir í dag, men undan hesum hevur tað eydnast EB/Streymi at fáa sær ein verjuspælara afturat í hópin, nú Egil á Bø hevur valt at gevast.

Fróði Clementsen hevur áður spælt við EB/Streymi, men í ár hevur hann aftur verið í barndómsfelagnum, B36.

Hann tók tó eina skjóta avgerð, tá tað í dag stóð honum í boði at skifta til EB/Streym, og nú eru øll viðurskifti millum EB/Streym og B36 greidd, soleiðis at spæliloyvið kann flytast til EB/Streym longu í dag.