Hósdagin verða Fróði & The Pink Slips og átta aðrir bólkar í kenda danska tónleikastaðnum við navninum Rust. Hetta er ein av nógvum innleiðandi umførum til stóru kappingina fyri nýggjar bólkar, Emergenza.
Tað eru áhoyrararnir, sum gera av hvør vinnur hesa kappingina, og tí er neyðugt at atkvøða fyri sínum yndis bólki, sum ein vil síggja til semi finaluna Lille Vega.
Skráin sær soleiðis út:
19.30 PMS
20.00 Graatone
20.30 Radiator
21.00 Comfort Of Mind
21.30 Jesper Ejrup and His Band
22.00 FRÓDI & The Pink Slips
22.30 Belle Ville
23.00 Goodbye Kitty K
23.30 Les Enfants Trendy