ÍSLAND
Tað hilnaðist einki serligt hjá føroysku spælarunum í íslendskum fótbólti í vikuskiftinum. Eftir at hann ikki hevði verið á liðnum tvær tær seinastu ferðirnar, hevði Fróði Benjaminsen, sum í gjár skuldi kom heim í sambandi við landsdystin ímóti Malta, aftur fingið pláss millum teir fyrstu ellivu, tá ið Fram sunnudagin vitjaði Fylkir. Hans Fróði Hansen var ikki á Fram liðnum.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Fylkir einasta málið. Eftir hetta gjørdi Fram venjarin tvær útskiftingar, og Fróði Benjaminsen var annar spælarin, sum fór av vøllinum. Hjá Fram kom tað illa við, at Grindavík hesa ferð vann 2-0. Teir spældu á heimavølli ímóti KA av Akureyri, sum tykist fara at fáa ilt við at varðveita plássið í deildini. Við sigrinum lyfti Grindavík seg upp á áttanda plássið, meðan Fram datt niður aftur á níggjunda plássið.
Á Akranesi vitjaði meistaraliðið KR. Hetta var 99. ferðin, at hesi bæði liðini hittust í landskappingardysti. Í ÍA rokna tey dystirnar ímóti KR at vera nakað heilt serligt. Eitt nú er tað soleiðis, at tað eru heilt nógvir spælarar, sum bæði hava spælt við KR og ÍA. Hesa ferð kom einki mál. Julian Johnsson var á ÍA liðnum.
FH tykist hava gott tak á oddasessinum. Hesa ferð vóru teir í Oyggjunum, har tað eydnaðist at vinna 3-1. At vinna á heimavøllinum hjá ÍBV verður roknað at vera góður sigur. FH er nú fýra stig frammanfyri Fylkir, sum aftur er eitt stig frammanfyri ÍBV og tvey stig frammanfyri ÍA.
Í næsta umfarinum fer Fram at fáa góðan møguleika at vinna seg innaftur á Grindavík. Fram skal spæla á útivølli ímóti botnliðnum KA. ÍA skal spæla á útivølli ímóti oddaliðnum FH.