Eysturríkska blaðið, Nachrichten, hevði í gjár stóra grein um føroysku hetjurnar, sum spældu í Landskrona fyri 18 árum síðani. Ta ferðina varð nógv gjørt burturúr, at talan var um spælarar, sum høvdu sítt púrasta vanliga arbeiði við síðuna av. Og hesa ferð varð so yvirlit yvir, hvar føroysku spælararnir eru í dag. Ikki minst hava teir bitið merkið í, at eykamálverjin ta ferðina nú er vorðin ”premierminister” í Føroyum. Og eisini hava tey bitið merki í, at Jóannes Jakobsen millum fleiri av ítrivum sínum eisini hevur staðið fyri eini tí mest seldu fløguútgávuni seinnu árini. Nevnliga fløguni við M´as Blues Band. Meðan nógv verður gjørt burtur úr føroysku spælarunum, fáa eysturríksku spælararnir frá 1990 ein lítlan kassa á síðuni, har sagt verður frá, hvar hesir eru í dag. Ein teirra er so eisini í Føroyum. Nevnliga Andreas Herzog, sum í dag er sonevndur team-manager hjá landsliðnum.